....................................................................................................
3 íbúðir eftir

- Penthouse
10/02-2011
Nú eru bara 3 íbúðir eftir á 5. hædd við einastandandi útsýninum yvit Havnina, fjørðin, Nólsoynna og oyggjarnar norðanfyri. Íbúðin er 131m2 til støddar, og til íbúðina er trappugongd og lyfta, harafturat er felagsøki. Íbúðin, sum er í gerð, er sera snøgg, væl gjørd og úr besta tilfari. Har er trappurúm / lyfta, inngongd, gongd / forstova / garderoba, 2 baðirúm / vaskirúm, køkur, borðstova / stova, hjúnarúm og 2 kømur, har annað hevur útgongd til svala. Harafturat kann fyri egna rokning gerast hemsur á uml. 60 m2. Íbúðin liggur í friðarligum, náttúruvøkrum og barnavinaligum umhvørvi við góðum tilplantaðum felagsøki, spæliplássi, sparkivølli og góðum parkeringsøki. Íbúðin verður latin lyklaklár. Afturat keypskostnaðinum skal leggjast út kr. 100.000,00 fyri mvg, ið keyparin kann søkja um at fáa endurgoldið.
Íbúð á 5 hædd Penthouse sí film
.......................................................................................................
Sjórænaraskipið

- Lutir til sjórænaraskipið
19/03-2011
Eftir at vit skaffaðu okkum ein bát til spæliplássið, undir Kongavarða, so hava vit arbeitt víðari við hesum og hevur Michael Muller bátasmiður, átikið sær hesa uppgávu. Hann hevur í vetur gjørt ymsar lutir, millum annað so hevur han gjørt seks kanónir, eina lanternu, eitt skipsróðir og ein sera flottan galiónsfigur.
Báturin kemur at standa á fríðøkinum í øðrum byggistigi.
................................................................................................
Køkshvørn
18/03-2011
Vit hava nú fingið loyvið frá Tórshavnar kommunu, til at brúka køkshvørn í býlinginum undir Kongavarða.
Hvat er ein køkshvørn?
Køkshvørnin verður sett til ristina í køksvaskinum, køkshvørnin knúsar allar vanligar matleivdir
Vita hava roynt hetta í einum húsi nú í eitt ár, og hava minka um ruskið við einari helvt, tað vil siga at tað sum nú fer niðan á Brennistøðina, bert er papp og innpakningur, allar matleivdir enda í kloakkini og verður kompostera og endar sum mold, og ikki at gloyma at eingin luktur er úr ruskspannini.
Vilja til vit meira so vitja heimasíðuna: www.insinkerator.com
.............................................................................................................
Smábarnaskúlin

- Smábarnaskúlin
10/2-2011
Arbeiðið at útbyggja Sankta Frans skúlan gongur gott, og bygningurin er nú innilokaður.
....................................................................................................
Nú er byrja
29/08-2010
Farið er nú undir at gera klárt til raðhúsuni í øðrum byggistigið.
..................................................................................................
Standmynd
Standmyndin undir Kongavarða
15/6-2010
Við mastur- og segl-líkum formum ímyndar standmyndin tað frælsi, sum útbúgving gevur.
Tróndur Patursson hevur gjørt standmyndina. Hon sigur frá tí dymanisku megi, sum kemur fram har ungdómar koma saman.
Standmyndin, sum nú stendur her undir Kongavarða, er modell til hana, sum stendur uttan fyri Skúlaheimið við Marknagilsvegin. Tær er báðar úr rustfríum stáli. Skúlaheimið var tikið í nýtslu í 1976, og tá varð standmyndin sett upp.
Enn ein slík standmynd er til. Tá Tróndur var liðugur á Statens Kunstakademi í Oslo í 1973 var tann fyrsta myndin av hesum slagnum vinnaraprojekt á akademinum. Hon stendur á einum plássi við akademiið.
Arbeiði Undir Kongavarða í myndum
.............................................................................................
Beint nú...
..................................................................................................
Trýst á mynd
...................................................................................................
Raskir næmingar
22/5-2010
Nú er klárt at sáa græs og at planta trø í moldskráðanum
09U í Hoydølum átók sær hetta arbeiðið, í tí sambandi at tey skuldu samla pening saman, til námsferð teirra til Italien í oktobur.
Tey møttu talsterku upp klokkan 9.00, og byrjaðu at rudda.
Tá steðgur var hildin, grillaðu tey og hugnaðu sær í tí vakra umhvørvinum Undir Kongavarða. Síðani var fari aftur til arbeiðis.
Tá leið út at kvøldið var øll orkan brúkt, og tey vóru øll sera móð. Fari var til hús klokkan 21.00.
Vit takka fyri hjálpina!
..................................................................................................
Ruddingardagur 2010
15/5-2010
Sjálvt um tað var kalt og nakað av vindið, so var undirtøkan góð til ruddingardagin 2010 Undir Kongavarða
Eftir at liðugt var at rudda bjóðaði nevndin pylsur og okkurt leskiligt á grillplássinum
....................................................................................................
Íbúðir til sølu
19/2-2010
Nú verður farið undir at selja ibúðir á 82m2.
Íbúðirnar eru innrættaðar soleiðis:
Durur, 1 hjúnarúm, 1 kamar, 1 baðirúm, køkur/stova í einum og harafturat kemur eitt goymslurúm uttanfyri á ca 4m2
Íbúðirnar eru 24 í tali og liggja innast á økinum Undir Kongavarða, allar hava panorama útsýnið.
Kostnaður úr 1.600.000,00 kr.
...................................................................................................
Nýggjárshald
Nýggjárshald
Aftur hetta ársskiftið var skipa fyri kyndlagongu. Veðrið var av tí besta, nógv fólk vóru møtt, har vóru 120 kyndlaberarir. Vit byrjaðu gonguna innast undir Kongavarða og gingu síðan runt býlingin á Hamrinum. Síðan var bál kynt í rundkoyringini á Hamrinum.
........................................................................................
Góða umrøðu
3/11-09
Føroya Tele er farin undir ein sera áhugaverdan portal í nevnist kramm.fo. Har umrøða teir alt sum hevur við hús og heim at gera. Eitt av tí fyrsta teir umrøða er verkætlanin Undir Kongavarða, og tað eru vit sera stoltir av. Tá man fer undir eina slíka verkætlan, so er fremsta mál at fólk skulu verða nøgd við tað sum tey hava keypt og at kvaliteturin er á høgum støði.
les meir á www.kramm.fo
..............................................................................................
Íbúðirnar lidnar
16/10-09
Nú eru fólk flutt inn í íbúðarbygning F og G og tey eru sera væl nøgd við íbúðirnar.
Tó manglar nakrir snøklar innvendiga og útvendiga at avslutta, so at alt kann taka seg út sum eina heild
Íbúðarbygningur H eru málararnir í gongd við at spartla og mála
Íbúðarbygningur I er stál- og gipsarbeiðið um at verða liðugt
Íbúðarbygningur J er nú innilokaður og byrja er at seta stál og gipsveggir upp
enn eru nakrar íbúðir eftir á 131 m2
......................................................................................................
Nú er reist
21/08-09
Nú eru allir íbúðarbygningarnir reistir.
Vit byrjaðu at montera í nov 2008 og hava nú montera 30 hæddir uppá 41 vikur, tað má sigast at vera gott, tá mann tekur tær 12 vikurnar vit mistu í vetur av veðri við.
Íbúðarbygningur F
Har er komi væl áleiðis, tey fyrstu flyta inn fyrsta dagin.
Íbúðarbigningur G
Har er málarin í gongd við at spartla og mála
Íbúðarbigningur H
Har er tað mesta av stál og gipsi gjørt, og klárt hjá málarinum at fara í gongd.
Íbúðarbigningur I
Har eru tekjan um at verða liðug og bygningurin tættur
Íbúðarbigningur J
Har eru takelementini løgd á og gjørt verður klárt at fáa bygningin tættan.
Sølan hevur gingið gott nú eru bert 6 íbúðir eftur har allar eru 131 m2
...................................................................................................
Sær gott út
19/7-09
Myndin er tikin frá 50 m hædd úr krananum hjá Løvubetong.
Her síggja vit raðhúsini, íbúðarbygningarnar og fríøkið.
..................................................................................................
Ein eftir
13/7-09
Nú er bert ein hædd eftir at seta upp, so eru allar 30 hæddirnar uppsettar av teimum fimm íbúðarhúsinum.
.......................................................................................
22 hæddir
24/5-09
Vit hava nú sett 22 hæddir upp av íbúðarhúsunum
Íbúðarhús F og G eru inniloka og varmi er komin í F
og byrja er at seta stál/gipsveggir upp.
Arbeiði Undir Kongavarða í myndum
....................................................................................................
Góðar myndir
3/4-09
Eitt av okkara starvsfólkum tók nakrar myndir nú ein dagin Undir Kongavarða av starvsfólki og bygningum.
Myndirnar tala fyri seg
..........................................................................................
Sera flott
21/3-09
Vit høvdu okkara fyrstu framsýning í dag, og sigast má at undirtøkan var sera góð, eini 600 fólk vóru og vitjaðu økkum. og aftrumeldingarnar vóru sera positivar:
bara so lekkur -- flott handverk -- áh tann útsikt.
Vit hava eisini opið hús í morgin sunnudagin 22/3-09 frá kl 14-20
Har øll eru vælkomin
.............................................................................................
Opið hús
17/03-09
Nú er fyrsti partur náddur. Raðhúsini eru nú liðug og vegurin og túnini eru asfaltera, og alt tekur seg væl út.
Vit vilja í hesum sambandið, bjóða øllum áhugaðum at koma at hyggja at úrslitinum leygardagin 21/3-09 og sunnudagin 22/3-09 frá kl 14-20 báðar dagarnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin
Arbeiði Undir Kongavarða í myndum
..............................................................................................
4 Íbúðarhús upp
09/03-09
Vit montera nú 4 íbúðarhús í senn. Blokkar F og G er um at verða lidnir og blokkar H og I har er 1 hædd uppsett.
..........................................................................................................
.....................................................................................................
Íbúðarbygningar taka form
26/1-09
Raðhúsini.
Málararnir í gongd við at gera lon E lidna, fari er nú undir at seta køkar og trappur upp, tá málarin er liðigur við lon E fer hann inn í lon D.
Tekjan á lon D var liðug í dag og sigast má at tað tók sína tíð orsaka av veðrið. Tað hevur verið sera vánaligt veður tað síðstu tíðina.
Uttan er nú bert altanin, hjallurin og flísa- og asfaltarbeiði eftir at gera og at hampa moldina frammanfyri húsini.
Íbúðarhúsini.
Vit hava nú montera 4 hæddir á Lon F og 3 hæddir á Lon G, hetta arbeiðið hevur gingið gott, um man hugsar um hvussu veðrið hevur hátta sær tað seinastu tíðina.
Felagsøkið.
Grótlaðingin er komin væl áleiðis.
Grótlaðing gjørd til tvey felags parkerningøkir og asfalt er lagt á frá Lon D og út til Glyvursvegin.
...................................................................................................
Nógv tarnaðir av veðrið
19/12-08
Íbúðarhúsini.
Vit hava nú sett tvær tær fyrstu hæddirnar upp í íbúðarhúsinum lon F og G, eftir umstøðunum hevur tað gingið gott, men vit hava verið nógv tarnaðir av veðrið síðani vit byrjaðu at montera íbúðarhúsini.
Raðhúsini.
Í raðhúsunum er málarin um at verða liðugur við lon E, og eftir jól verður gólv lagt á og køkarnir uppsettir og uttanum húsin verður gjørt liðugt. Hetta skal alt verða liðugt til 1 februar. Ætlan okkara var at vit skuldu verða lidnir við øll raðhús snið 1 til jólar, men hetta gekk ikki, her eins og í íbúðarhúsinum hava vit verið tarnaðir av veðrið, til at gera húsini liðug uttan.
...................................................................................................
Nú byggja vit høgt
12/11-08
Íbúðarhús
Nú kom so tann dagurin har vit byrjaðu at seta elementini upp til íbúðarblokkarnar. Vit hava fingið 5 raskar íslendingar at standa fyr hesum arbeiði, so nú gongur við fullari ferð. Løvubetong í Føroyum og Einingarverksmiðan í Íslandi framleiða elementini til okkum, og tað eru vit sera væl nøgdir við. Samarbeiði millum okkum og tað føroyska og íslandsku fyritøkurnar riggar avbera gott.
Jørðarbeiði
Tað sær eitt sindur rokut út nú, men arbeitt verður við fullari ferð við at gera klárt at leggja asfalt á, so fyrst í desember skuldi tað mesta av fyrsta byggistig og innkoyringarvegurin verði asfalterða.
Vit eru nú í holt við at planerða túnini frammanfyri raðhúsini, allar installatiónir eru lagdar í vegin og gongubreytina so nú manglar bara tað síðsta.
Raðhúsini
Í raðhúsinum, lon E, eru vit farnir at leggja tekjuna á sum eitt av tí síðsta vit gera uttandura, eftir hetta er bert hjallur og carport eftir at seta upp. Hetta er alt prefabrikera í høllini hjá okkum og skal bert setast upp.
Varmi er komin á øll raðhúsini snið 1, hetta tekur P/F Maria Poulsen sær av og málarin er í ferð við at spartla og mála, hetta tekur Uni Zachariasen sær av.
Keyparin
Komandi húsaeigarnir Undir Kongavarða, eru sera spent til tey sleppa at flyta inn, tey ganga og hyggja inni á økinum hvussu alt nú kemur at síggja út, hetta er jú alt nýtt og ørvíðsi enn onnur bústaðarøkir í Føroyum. Vit tosa saman um hvat og hvussi alt kemur at síggja út, tey verða víst runt á økinum og sigast má at tey eru sera positiv yvir hvat tey hava keypt.
Vit gera alt fyri at keyparin skal fara at trívast, og verða nøgdur við tað, ið hann hevur keypt Undir Kongavaraða.
................................................................................................
Kvalitetur
29/10-08
Nú, vit eru komnir somikið væl áleiðis við raðhúsinum í 1. byggistigið, har snið 1 væntandi verða liðug til jóla, ella her um, so byrja man nú at síggja teir kvalitetir sum eyga skal síggja.
Vit eru byrjaðir at laga grótgarðar, og sigast má at hetta er vælaverk sum Henning Thomsen yngri stendur fyri, steinanir í nýttir verða eru frá økinum Undir Kongavarða.
Íbúðarblokkarnir byrja vit uppá í komandi viku, hetta arbeiði hevur drigi eitt sindur út, orsaka av vit hava lagt stóran dent á, at tá produktiónin fór í gongd, so skuldu allir trupuleikar verða loystir. Vit montera blok F og G samstundis og vænta at teir standa uppi til jóla.
.................................................................................................
Sólsetur
20/07-08
Myndin er tikin 20/07-08 kl 22.00 eitt vakurt summarkvøld, íminda tær at sita uttanfyri á terassuni og uppliva hetta og síggja sólina fara afturundir Húsareyn.
...................................................................................................
Nú er reist
13/6-08
Vit hava nú reist tey fyrstu 12 raðhúsini í fyrsta byggistig. Nú verður farið undir at gera húsini liðug uttan og innan, og í komandi viku verður farið at seta betongelementir til raðhús snið 2 upp.
...................................................................................................
Útsýnið frá íbúðum
9/4-08
Nú arbeiði við at montera betongelementir á raðhúsinum er komið so mikið væl áleiðis, so kunnu vit nú vísa tykkum hvussu útsýnið verður frá tykkara íbúð. Myndirnar eru tiknar frá har íbúðarhús F verður.
...................................................................................................
Raðhús uppsett
27/3-08
Byggiarbeiðið Undir Kongavarða gongur væl, vit eru byrjaðir at seta betongelementini til raðhúsini upp, og er nú komnir væl áleiðis við lon E. Tá øll betong elementini eru uppsett, verður húsið inniloka við takelementum. Takelementini, ið eru komin á økið, eru sera stór, tey máta 2,5 x 14 m hvørt ,og eru gjørd úr stáli og ikki timbur, sum er vanligt her á okkara leiðum, takelementini eru isoleraði við 300 mm isolerning.
...................................................................................................
Elementir uppsett
10/3-08
Byggiarbeiðið Undir Kongavarða gongur væl, vit eru byrjaðir at seta betongelementini til raðhúsini upp, og er hetta ein mánað frammanfyri tíðarætlanina.
Elementframleiðslan er partvís íslansk og føroysk. Og sum frálíður verður øll framleiðslan føroysk og verður alt framleitt í tí nýggju og framkomnu framleiðsluhøllini hjá Løvubetong.



























